Aftur til forsíðuna
Størv eru leys at søkja
Størv eru leys at søkja


 


Glasir lýsir nú á fyrsta sinni eftir undirvísarum. Við okkara 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum eru Glasir Føroya størsti útbúgvingarstovnur, og skúlaárið 2016/2017 er tørvur á undirvísarum í hesum 26 lærugreinunum:

Alisfrøði
Altjóða búskapi
Dekoratión
Enskum
Evnafrøði
Fígging
Fornaldarfrøði
Fotografi
Fronskum
Føroyskum
Heimsspeki
Innovatión
Ítrótti
Kunningartøkni
Lívfrøði
Mentanarfatan
Miðlakunnleika
Organisatión
Samfelagsfrøði
Sálarfrøði
Sponskum
Støddfrøði
Søgu
Sølubúskapi
Vinnurætti
Virkisbúskapi

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

Vit sóknast eftir umsøkjarum, sum ríka Føroya størsta, akademiska læraratoymi. Tað kann verða ein fyrimunur, at umsøkjarar:

Soleiðis søkir tú
Umsóknir skulu skrivast í talgilt útfyllingarskjal í leinkinum her. Tú trýstir á leinki, fyllir út teigarnar og letur umsóknina inn talgilt. Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við Boga Bech Jensen, stjóra á Glasi, við at senda teldupost til bbj@glasir.fo

Freistin at søkja er 2. mai 2016.

Um Glasir
Glasir er nýggi útbúgvingarstovnurin, sum er vorðin veruleiki, nú Studentaskúlin og HF Skeið í Hoydølum, Handilsskúlin í Marknagili og Tekniski Skúlin í Smiðjugerði eru lagdir saman. Í løtuni eita hesir skúlar Glasir Hoydalar, Glasir Marknagil og Glasir Smiðugerði. Í 2017 flyta vit saman í nýggja bygningin í Marknagili, sum er Føroya higartil størsta byggiverkætlan. Í nýggju kørmunum verður Glasir ein framkomin útbúgvingarstovnur, har karmarnir eru gjørdir til, at undirvísingin verður skipað kreativt, nýhugsandi og fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi.

Um lærarahópin
Næmingahópurin er fjølbroyttur og teirra útbúgvingarleiðir ymiskar. Tí hava vit ein breitt og vælútbúnan lærarahóp, sum skal mynda og menna Glasir og tryggja, at vit veita undirvísing, sum fakliga og námsfrøðiliga er á hægsta støði. Tínir 250 komandi starvsfelagar hava eina breidd, bæði í royndum, fakliga og námsfrøðiliga, og á Glasi er vitanarbýti og samstarv tvørturum fakmørk sjálvsagt. Við øðrvísi og fjølbroyttum royndum og útbúgvingum kunnu nýggju starvsfólkini, vit nú leita eftir, verða við til at mynda og menna Glasir frá byrjan.